English version

Virkið
Starvsfólk
Myndir
Undirvísingarætlan

Aðrar tænastur
Brúkt útgerð frá Faroe Dive
Leiga av kavaraútgerð
Túrar við Kavaraleiðara

Kavara-útbúgvingar
1. Hjálparskeið
Seal Team
Royndarkav
OpenWaterDiver
AdvancedOpenWaterDiver
Rescue Diver

Divemaster                    Vinnukavari                 Kavarahjálpari

Ùtgerð
Scubapro
Beaversports
Ursuit
Typhoon
Poseidon
Ymiskt

SERLIGT TILBOÐ

Handilin í Nólsoyar Pálsgøtu Opin. (gratis kaffi)
Týsdag kl.1800 til kl.2100
Hósdag kl.1800 til kl.2100

 


website stat

NÝTT - NÝTT - NÝTT - NÝTT - NÝTT - NÝTT - NÝTT - NÝTT -NÝTT !!!

Ætlan fyri 2012

Vinnukavaraskeiđ 16.apríl

16.apríl skipar vinnukavaraskúlin aftur fyri einum førleikagevandi vinnukavaraskeiđi og kavarahjálparaskeiđi.

Vinnukavaraskúlin Faroe Dive veitir góðkenda útbúgving sambart løgtingslóg nr.46 frá 15.mai 2007 um kavaravinnu og kavaraútgerð.

Vinnukavaraskeiđiđ og kavarahjálparaskeiđiđ eru sera viðkomandi hjá stovnum og fyritøkum, ið hava arbeiðsuppgávur í og á sjónum t.d. eftirlitsuppgávur, aling av fiski, bygging, viðlíkahald o.s.fr.. Um tú hugsar um at gerast vinnukavari ella kavarahjálpari, ella ynskir at senda starvsfólk á skeið, so ert tú meir enn vælkomin at send okkum ein teldupost á faroedive@faroedive.fo ella at ringja til okkara á tlf.218929

---------------------------------------------------------

Skrá

PADI OWD (26.jan.)

Grundskeiđ í frítíđarkaving

PADI AOWD (3.feb.)

Víđkaskeiđ í frítíđarkaving

PADI Enriched Air Diver (17.feb.)

Skeiđ í blandingskaving

PADI Deep Diver (17.mars)

Skeiđ í djúpdarkaving

Fyrstuhjálparskeiđ  (12.apríl)

1.hjálparskeiđ fyri vinnukavarar og kavarahjálparar

Vinnukavaraskeiđ (16.apríl)

SCUBA vinnukaving til 30m

Kavarahjálparaskeiđ (16.apríl)

Vinnuskeiđ sum kavarahjálpari

Tec 40 (28.mai)

Skeiđ í tekniskarikaving 40m, 10min deco.

Tilmelding og fyrispurningar kunnu sendast til  faroedive@faroedive.fo 

----------------------------------------------------------

Tec 40 (28.mai 2012)

Faroe Dive skipar komandi vár fyri tekniskum kavaraskeiđiđ. Talan er um skeiđiđ Tec 40. Á skeiđnum fáa næmingarnir møguleika at læara um og royna dekompressiónskaving. Skeiđiđ verđur skipa í góđum samstarviđ viđ kendan kavara-instruktør úr Svøríki. Teknisk kaving hevur leingiđ veriđ í stórari menning úti í heimi. Nú vilja vit bjóđa føroyskum kavarum møguleikan at útbúgva seg og seta hol á skipađa tekniska kaving í Føroyum. Pláss er fyri 6 næmingum á skeiđnum. Krøvini fyri at luttaka á skeiđnum eru niđanfyri:

 

  • PADI Advanced Open Water Diver el. líkn. (byrjar 3.februar)

  • PADI Enriched Air Diver el. líkn. (byrjar 17.februar)

  • PADI Deep Diver el. líkn. (17.mars)

  • 30 Kav har minst 10kav er gjørd viđ Nitrox djúpari enn 18m

  • Heilsuváttan 

Útgerđ til kavingina: tvey komplett regulatorsett til tek.-kaving - ein stage fløsku viđ stage kit - eitt stage regulatorsett - BCD iđ passar til fløskusettiđ + back up - 2 kavarateldur el. 1 teldu og 1 botntimara. - turrdrakt - Blýggj - Join Line - Visuelt og ljóđ signal til brúk á vatnskorpuni - línuhjul og hevisekk - 2 knívar - skrivitalvu - back up masku - kumpass - lykt.

Tec 40 skeiđskostnađurin er 2550kr. - Undirvísingartilfar 860kr. -

tilmelding á faroedive@faroedive.fo .

 

heimasíðan er dagførd tann 07.01.2012

Faroe Dive Sp/f - Brekkuskákið 7 - 700 Klaksvík - tlf. (+298) 218929 )


Vitjandi kavari í Eiðsvík

 

 

 

 

 


Kavari og reyðsprøka út fyri Norðoyri

 

 

 

 

 

 


Kaving við báti á Borðoyavík