Heim

Virkið
Starvsfólk
Myndir
Undirvísingarætlan

Aðrar tænastur
Brúkt útgerð frá Faroe Dive
Leiga av kavaraútgerð
Túrar við Kavaraleiðara
Kavaratúrar til Føroyar

Kavara-útbúgvingar
1. Hjálparskeið
Seal Team
Royndarkav
OpenWaterDiver
AdvancedOpenWaterDiver
Rescue Diver
Divemaster

Ùtgerð
Scubapro
Beaversports
Ursuit
Typhoon
Poseidon
Ymiskt

SERLIGT TILBOÐ!!!!

Vinnukavari

Um útbúgvingina:  Vinnukavaraútbúgvingin hjá Faroe Dive er deild sundir í tveir partar. Ein praktiskan og ein teoretiskan. Á tí praktiska partinum skulu næmingar okkara fáa verkaliga undirvísing í hvussu ein kavar  og hvussu ymiska kavarauppgávur verða loystar á ein tryggan hátt. Næmingar okkara skulu verða undir vatnskorpuni í minst 900 minuttir og loysa ymiskar uppgávur. Harumfram hettar er krav at minst 150 minuttir av teimum 900 minuttunum skulu verða djúpari enn 26 metur.  

Tann teoretiski parturin er sera umfatandi og gevur næmingunum eina holla vitan um ástøðina aftan fyri kavingina. Næmingarnir arbeiða nógv við at loysa uppgávur innan gasslógirnar. Harumframt verður undirvíst í at brúka ymiskar kavaratabellir, loggføring, rapportskriving, viðlíkahald og uppbygnaðurin av útgerðini, planlegging av kavingini o.s.fr.

Útbúgvingin verður gjøgnumførd eftir altjóða krøvum til slíkar útbúgvingar.

Faroe Dive hevur útgerð til allar okkara næmingarnar. Kava verður í turrdraktum og við samskiftisútgerð.

Luttøkukrav: 18ár - Góðkent fyrstuhjálparskeið - Heilsuváttan til vinnukavarar

Kostnaður: 35.000kr.

Undirvísari: Janus Joensen og Høgni Kjeld

Melda teg til komandi vinnukavaraskeiðið beinleiðis her á síðun

 faroedive@faroedive.fo ella ring 21 89 29

 

Faroe Dive - Mylnugøta 17Kj - 700 Klaksvík - Føroyar tlf. (+298) 218929 / 224 224

 


Vinnukavaranæmingur í sjónum

 


Vinnukavaranæmingur áveg upp eftir at hava loyst sína uppgávu

 


Vinnukavaranæmingar venja at samskifta við línusignalum.